Hitapumpur.fo http://www.hitapumpur.fo/vert-at-vita/ Export date: Sat Mar 15 17:16:41 2025 / +0000 GMT |
Vert at vita![]() Panasonic hitapumpan, ið er góðkend av Teknologisk Institut, er ein unik vøra, har dygdin er sett í hásæti. Vit veita 5 árs trygd uppá allar hitapumpur frá Panasonic, vit seta upp. Við Panasonic hitapumpum fær tú bíligan og umhvørvisvinarligan hita í tíni hús. Hvørja ferð hitapumpan brúkar 1 kWh streym, framleiðir hon minst 4,3 kWh hita. Hetta merkir eina sparing í oljunýtsluni við umleið 50%. Hitapumpan verur sostatt spard inn aftur eftir 3-5 árum og livi tíðin er typiskt 15 til 20 ár. Sjálvt um hitin kemur niður á -20 gradir, kann hitapumpan framvegis útvinna hita úr útiluftini. Panasonic hitapumpan er sera friðalig, við einum ljóð støði heilt niður til 25 db. Hitapumpan koyrir alt eftir tørvi við hjálp av einum háteknologiskum PFC Kontrollara, sum heldur ein javnan rúmtemperatur og harvið verur økonomiðurin eisini bestur. |