Ummæli

Les ymisk ummæli frá vælnøgdum kundum, ið hava keypt hitapumpur frá Sp/f C. Christiansen.

Egil Hammer, Norðasta Horn, skrivar

Eg fekk mína hitapumpu í juli 2004 og eg eri sera væl nøgdur. Vit brúka væl minni olju nú, men tað er ikki so løgi, tí ongin radiator hevur verið frá á ovaru hædd síðani vit fingu hitapumpuna og vit eru blivin 3 fólk fleiri í húsi tað síðsta árið.

Eg má siga, at luftin er blivin væl reinari, minni støv o.a. Eg havi reinsa tað uttasta filtrið nakrar ferðir og eg undrist hvussu nógv støv er á.

Egil Hammer
Norðasta Horn

Rasmus S. Jacobsen, Klaksví­k, skrivar

Eg fekk mína hitapumpu í august 2004.
Síðani tá eru húsini broytt sera nógv. Inniklima er vorði sera gott. Minni støv, reinari luft.

Orsku sparingin er betýðulig. Ongin radiatorur hevur verði frá síðani hitapumpan bleiv uppsett. Hiti er í gólvinun á toilettinum, og oljufýringin klárar eisini heita vatni til vask og bað. Restina ger hitapumpan.

Ein fyrimunur afturat er turking av vaskiklæðum. Eg hangi klæðini upp frammanfyri hitapumpuna, og 20 minuttir seinni eru klæðini turr.

Heystið 2004 var sótskaði í húsinum. Hitapumpan kláraði eisini hetta. Hitapumpan filtreraði luftina so væl at ongin varnaðist sótið fyrrenn filtrini blivu kannaði, sum partur av fasta viðlíkahaldinum. Kjallarin var svartur av sótið, meðan ovara hæddin bert var lættliga dálkað. Imponerandi.

Rasmus S. Jacobsen
Klaksvík

Maria Christiansen, Klaksví­k, skrivar

Vit hava haft hitapumpu nú í umleið 1½ ár. Fyri tað fyrsta hava vit spart rættuliga nógvar pengar í olju, fyri tað næsta so er nógv minni støv inni í húsinum, tí alt endar í filtrinum, og so av tí sama er nógv betri inniluft.

Vit hava eisini fingið hitapumpu nummar tvey. Hon er installerað í frisørsalongini. Har høvdu vit tað problemið, at ovnurin kláraði ikki at fordeila hitan so at tað var heitt í øllum rúmunum, men tað er nú loyst við hitapumpuni. Har aftur at er tað nú nógv bíligari at hita hana.

Vit eru so mikið væl nøgd við hitapumpurnar, at vit júst hava installerað hitapumpu nummar trý í verkstaðnum.

Vit eru super væl nøgd.

Maria Christiansen
Klaksvík

Allan Bjarnason, Vágur, skrivar

Vit hava haft hitapumpu síðani apríl í fjør, og eru væl nøgd við pumpuna. Hon er bílig í drift, 3000 kr um árið fyri at hita húsini upp, betur kann tað ikki gerast! Og oljunýtslan er farin niður til ein triðing av vanliga forbrúkinum.

Eg havi eisini keypt eina magnet til oljufyringina, so eg rokni við at oljuprísir er nakað sum ikki fer at órogva ein so nógv í framtíðini.

Tað einasta ein ergar seg eitt sindur yvir, er at ein ikki visti um hitapumpur fyrr enn nú.

Allan Bjarnason
Vágur

 

 

Vørukurv

Ymiskar vørur

Áhugaverdar heimasíður ..

Vørubólkar