Soleiðis virkar ein hitapumpa

Ein Panasonic hitapumpa virkar út frá einum einføldum prinsippi. Uppgávan hjá hitapumpuni er at flyta hitan frá einum staðið til eitt annað.

Hitin flytist frá fordamparanum til kondensatorin, ella frá útimodulinum til innimoduli, vha. einum kompressara. Hitin verður upptikin í útimodulinum, ið er plasera uttandura saman við kompressaranum.

Tann hitin, sum útimoduli hálar úr útiluftini, verður komprimeraður (trýstur saman) í kompressarinum. Hereftir verður hitin pumpaður vha. trystmuninum, inn til innimoduli.

Innimoduli avgevur síðani hitan, næstan sum ein hitablásari. Hitapumpan inniheldur eina kølivesku, sum fordampar og kondenserar við sera lágum hita.

Hetta verður brúkt til fyrimun í hitapumpuni. Tá køliveskan sirkulerar ígjøgnum útimoduli, fordampar hon og upptekur hita úr útiluftini í tí lukkaða kredsinum.

Tá køliveskan er fordampa, komprimerast hiti við hjálp av kompressaranum, og hitin veksur til o.u. 60 gradir.

Tann heita, fordampaða køliveskan pumpast síðani inn til innimoduli. Her verður køliveskan kjøld niður og kondenserar, samstundis sum hitin verður blástur inn í húsini.

Eftir at køliveskan hevur kondensera, verður hon sogin út aftur til útimoduli, og prosessin startar av nýggjum.

 

Vørukurv

Ymiskar vørur

Áhugaverdar heimasíður ..

Vørubólkar