Ein hitapumpa hevur eitt ella fleiri innimodul, og eitt útimodul. Innimodulini plaserast har ið hitatørvurin er størstur. Tað vil typiskt vera í stovuni, gongini ella í køkinum. Útimoduli plaserast á uttari síðuni á húsinum.
Prinsippið í eini hitapumpu er populert sagt tað mótsatta av einum køliskápi. Kompressarin í útimodulinum samlar tann hitan, ið er at finna í útiluftini. Síðani verður hesin hitin fluttur til innimoduli, ið hitar luftina í tínum húsi. Sjálvt um hitamátarin vísir minus gradir úti, er tað framvegis hiti í útiluftini, sum hitapumpan kann brúka.
Á heitum summardøgum fær tú enntá møguleikan at nýta hitapumpuna sum eitt effektivt kølisystem. Populært sagt verður streymurin vendur, so at anleggið virkar sum eitt airkondition.
Í mongum summarhúsum vil ein hitapumpa kunna klára 100% av hita nýtsluni. Í vanligum sethúsum kann hon klára upp til 90% av hitanýtsluni. Restin klárast við elradiatorum, hita í gólvinum, ella øðrum hitakeldum.
Hála gratis hita út úr luftini
Panasonic hitapumpur hava í dag ein effekt faktor, ið er størri enn trý. Hetta merkir, at hitapumpan framleiðir trýggjar ferðir so nógvan energi, sum hon nýtir. Installerar man hitapumpur í eitt hús upphita við streymi, vil man fáa hita fyri gott trýggjar krónur, hvørja ferð man betalir eina. Tí er ein hitapumpa ein góð íløga.
Lat okkum rokna uppá tín hitaøkonomi, og vit kunnu finna út av, júst hvør hitapumpa er best til tína støðu
Til síðst gevur hitapumpan eisini tínum húsi eitt betri inniklima.